
Kulagjógv, Froðba
Ein løta í eldgosinum
Í fjørðuni gongur tú á basaltstabbum og sært yvir í Kulugjógv, har basaltstabbar venda í ymsar ættir og mynda eina viftu. Hetta serstaka fyribrigdi vísir eina løtumynd frá eldgosinum, tá meir enn 1000 0 C heit lava rann útyvir lendi. Okkurt hendi her hesa løtuna, kanska við vatni og jørðildi, so grótbræðingin fløktist av at skumpa okkurt frammanfyri seg. Úrslitið síggja vit í Kulugjógv við vøkru samansettu stabbaviftuni, sum kunnu minna um dansandi kvinnur.
Ein samansett løtumynd í Kulugjógv
Við Kulugjógv í fjøruni uttan fyri Froðba sæst eitt sera vakurt og áhugavert fyribrigdi av basaltstabbum, sum venda í ymsar ættir. Stabbaviftan í sjálvi gjónni skarar framúr.
Basaltstabbar stava frá niðurkølingini av basaltinum eftir at tað upprunaliga storknaði, longu tá tað var kølt niður á umleið 1000 0 C. Týðiligir stabbar gerast serliga, um basaltið verður kølt lutfalsliga skjótt niður, til dømis um lendið er vátt undir eini nýkomnari basaltflógv. Stabbarnir venda hornrætt á kølingina, so um kølingin kemur frá einum sløttum undirlag, gerast stabbarnir regluliga loddrættir, men um undirlagið er óslætt ella kølingin kemur frá ymiskum síðum, gerst stabbaskapið hareftir.
Her sært tú niður á basaltstabbarnir
Tá vatn kemur at eini meiri enn 1000 0 C heitari grótbræðing, kókar tað í somu stund og kann spreingjast upp í bræðingina, sum tá verður sindrað sundur og kann storkna í størri og smærri brotpettum. Teir smæstu basaltbitlarnir gerast til (basalt)glas, meðan størri basaltbøklar storkna og fáa óregluligar stabbar, sum venda í ymiskar ættir.
Ein og sama basaltflógv, sum stavar frá eini tílíkari grótbræðing, kann sostatt í støðum hava javnar, regluligar stabbar, meðan hon aðrastaðnis kann vera syndrað sundur ella hava óregluligar stabbar við ymiskum mynstrum.
Fleiri royndir eru gjøgnum árini gjørdar at lýsa stabbarnar við Kúlugjógv og orsøkina til teirra. Ein møgulig orsøk kann vera henda: Alt strandarøkið kring Kúlugjógv og Rættartanga umboðar eina og somu basaltflógv. Inn eftir frá tanganum (Mynd 2) er flógvin regluliga og loddrætt stabbut, men niðan frá tanganum snara stabbarnir í hesi somu basaltflógv út ímóti Kúlugjógv, teir venda móti somu køliflatu, sum eisini skapti teir veiftrutu stabbarnar í sjálvari gjónni.
Mynd 1: Pílar vísa á støðini á mynd 2, 3 og 4.
Upprunaliga undirlendið undir basaltflónni var vátt, sumstaðni við einum jaðri av vátari leysjørð/jørðildi/sedimentum.
Á leiðini innan fyri Rættartanga gekk alt so at siga róliga fyri seg, tá henda basaltbræðing rann út yvir lendið; einki vatn ella jørðildi setti upp í bræðingina, sum tó varð køld niður á ein hátt, so hon fekk regluligar, loddrættar stabbar, sum venda hornrætt niður móti tí sløttu køliflatuni undir (Mynd 2). Les meira um stabbagrót her .
Mynd 2: Stabbagrót í Kulagjógv í Froðba.
Frá Kúlugjógv og út eftir gekk tað knapt so friðarliga fyri seg. Við innsíðuna á Kúlugjógv varð eitt jaður av vátum jørðildi trýst á skák upp í bræðingina. Hetta hevur ikki einans ávirkað grótið í sjálvari kúlugjáarviftuni, men fult so nógv grótið innan fyri viftuna, t.e. partin vístur við ‘A’ á Mynd 3 og 4. Her er grótið tætt upp at hesi legugrýtislind ávirkað mest; tað tykist tært og ilskukent. Nakað burtur frá hesi lind (nærri tanganum) gerst basaltið meira samanhangandi, men við stabbum, sum fyrst venda meira ella minni hornrætt út ímóti legugrýtislindini, áðrenn teir so líðandi gerast meira loddrættir og regluligir.
Um hugt verður meira neyvt eftir stabbunum í kúlugjáarviftuni (Mynd 3), so sæst, at teir niðastu, longu stabbarnir í miðjuni á viftuni venda nærum loddrætt niður ímóti undirlendinum. Í vinstru síðu skifta stabbarnir so líðandi kós og venda allan vegin hornrætt á legugrýtislindina. Í høgru síðu er øðrvísi. Har sæst eingin legugrýtislind, men har afturímóti er eitt rundleitt basaltlikam (‘C’ á Mynd 3 og 4) við sera óregluligum gróti. Hetta kann hava tilknýti til vatn, sum setti upp í bræðingina, sprongdist til vatndamp/-guvu og partvíst syndraði bræðingina sundur, so tilfarið gjørdist ein vavstur av basaltiskum glasmolum og størri og smærri, partvíst stabbutum basaltbøklum. Hetta rundleidda basaltlikam fekk síðani eina kølandi ávirkan á basaltbræðingina allan vegin rundan um seg, íroknað útsíðuna á kúlugjáarviftuni, har stabbarnir síggjast ‘knappliga’ at skifta kós og venda móti hesum likami (ikki líðandi, sum í vinstru síðu).
Mynd 3: Basaltviftan í Kúlugjógv. Bít merki í A. Legugrýtis-lindina úti í vinstru síðu (gulur pílur); B. tað knappliga stabbaskiftið longst úti til høgru í viftuni (hvítur pílur); og 3. tað serliga grótskapið úti til høgru (við framhaldi á Mynd 4, har ‘A’, ‘B’ og ‘C’ eisini eru lýst).
Sostatt tykjast stabbarnir í kúlugjáarviftuni at vera íkomnir av tveimum (ella trimum) ymiskum køliflatum: 1. Í vinstru síðu er kølingin komin frá legugrýtislindini; (2. Í miðjuni er kølingin komin frá undirsíðuni, har nevnda legugrýtislind hevði sín uppruna – so 1 og 2 hanga saman); og 3. Í høgru síðu er kølingin komin frá tí rundleidda basaltlikaminum, sum hevur kølt alt grótið rundan um seg, so stabbar stinga út frá hesum í allar ættir.
Mynd 4: Gulu pílarnir vísa køliflatur, har stabbar venda hornrætt ímóti. Longst til vinstru (‘A’) venda stabbar ímóti somu køliflatu (við legugrýti), sum í sjálvari Kulugjógv (B). Nærindis legugrýtislindini er grótið í ‘A’ ilskukent og tært. Grótið í ‘C’ er sindrað sundur, men inniheldur sumstaðni meira samanhangandi basaltpartar við stabbum, sum venda ymsar vegir, eisini út ímóti kontaktflatuni til ‘D’ (og ‘B’ – sí Mynd 3 og tekstlýsing). Í ‘D’ venda stabbarnir allastaðni hornrætt inn ímóti kontaktflatuna til ‘C’.
GeoStøð Føroyar